Dugni

Um Dugna

Vit hjálpa fólki, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, at finna og menna sínar førleikar.

Hvat ger Dugni?

Dugni royndir arbeiðsevnini hjá fólki, sum ikki eru í arbeiði, og skipar fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling – so tey aftur kunnu fara til arbeiðis.

Starvsfólkini arbeiða saman við hvørjum einstøkum at finna og menna teirra styrkir.

Hvør kann søkja?

  • Fólk yvir 18 ár og í vinnuførum aldri
  • Fólk, sum hava tørv á at royna síni arbeiðsevni ella at skúla seg
  • Dugni hevur ikki tilboð til fólk við menningartarni

Dugni í tølum

Fimm deildir, 22 starvsfólk, umleið 60 næmingar og 40 arbeiðsfólk. Starvsfólkini eru m.a. pedagogar, lærarar, snikkarar og kokkar.

Um stovnin

Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum, skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012.